Hugleiðingar

Minst til hvør tú ert

Minst til hvør tú ert. Tað má eg gera hvønn morgun fyri at alt ikki skal koyra av sporinum, dagurin gerst altíð lættari um eg brúki tíð til mína stillu løtu, ein kaffimunn, eina lítla bøn, 🙏 og annars bara njóta kvirruna. Lívið skal livast í dag, ein dagur er nóg mikið, og um royni at broyta tað sum var í gjár, ella hugsa um hvat hendir í morgin eri eg ikki til staðar. 🤔 Eg má vera til staðar um eg skal vera ein partur av øllum. 😀

Harmoni

Mínar bestu løtur eru sum oftast um morgunin, eftir eina nátt við hvíld og góðum svøvni eri eg nøgdur, og dagurin liggur óspiltur fyri framman, eg eri eyðmjúkur, og gleðist yvir alt tað eg havi, tí í veruleikanum havi eg nógv meira enn eg havi brúk fyri, kærleikin til náttúruna, og til tey menniskju sum eg veit elska meg brennir í mær. Teir dagar har eg klári at liva í núinum, og taka alt sum tað kemur eru altíð góðir, og um eg megni at lata Gud stíra skútuni kenni eg Harmoni. ♥️😀

Nólsoy ☺

Vanliga skrivi eg ongantíð um ferðasambandið her til Nólsoyar, havi ongan bil, og tí bert brúk fyri at onkur siglir um fjørðin. Men nú ber av, hví er Nólsoy tann gloymda oyggin? Her búgva hóast alt væl yvir 200 fólk. Er hetta gamalt agg av einum ella oðrum slag? Í øllum førum eru vit tey einastu í Føroyum sum ongantíð hava fingið ein fastan bát sum røkir siglingina til Nólsoyar, tá á stendur verða vit altíð sett í aðru rekkju, líkaminkið hvar í landinum tørvur er fyri sigling. Alt gott um at Suðuroyingar og Sandoyingar fáa fast vegasamband, og eg haldi eisini tað er upplagt, men eg síggi ongastaðnis at nøkur varandi loysn er á veg fyri Nólsoy. Fyri nøkrum árum síðan vóru pengar settir av til eina Nólsoyarferju, men hetta var sjálvandi bara valagn, játtanin bleiv tikin burtur aftur so skjótt sum brúk var fyri pengum til okkurt annað. Vit eru helst fremst tá tað kemur til turistar eisini, og her er gjørt eitt stórt arbeiði á hesum økinum, og her kundi verið gjørt nógv meira um umstøðurnar vóru til tað. Nólsoy er eisini eitt upplagt pláss til vinnuligt virksemi, men tað sær út til at forðingin er, og verður sambandi við Havnina.Um ikki annað, so eina nøktandi ferju í fyrstu atløgu, og seinni ein tunnil SJÁLVANDI, tað kundi gjørt Nólsoy til eitt vinnuøki. Kanska er hetta bara ørvitistankar, og eg eri helst blivin eitt gamalt grenj, men hetta er so mín hugsan. 🤔

Einki VC papír

Einaferð fyri nógvum árum síðan var verkfall í landinum, og tað hevði við sær, at einki VC-papír var eftir í Føroyum. V4 var á ferð kring landi tá, og sjálvandi fingu teir ein tátt burtur úr tí. Skipini máttu selja fiskin uttanlands, so her var heilt galið, men ein sum var við einum av okkara fiskiskipun fann upp á ráð, hann keypti ein heilan platt av VC-papíri heim við. Onkur spurdi hann um hann ikki helt hann fór at vera til grin tá hann kom til hús við einum heilum platti av VC-papíri? "TAÐ SKÍTI EG Á" 🤣🤣🤣

Slatur og sleyg

Eg siti ofta og hugsi um hvussu tað hevði verið um einki slatur og sleyg var, hevði tað ikki verið eitt sindur keðiligt í longdini? Tar bestu søgurnar koma sum oftast av, at tær ganga munn av munni, og eitt sindur verður lagt afturat her og har! Summir duga sera væl at fáa burturúr, og man veit at tað mesta er lygn, men hetta ger samstundis søgurnar nógv stuttligari at lurta eftir.

  Ein maður her í Nólsoy hevði einaferð ein veðr sum var herviligur at leypa upp um hegn, og at rykkja hælin upp tá hann stóð tjóðraður, og her kemur søgan søgd av einum teim bestu søgumonnum vit hava havt her í Nólsoy.

  Hann hevði veðrin í einari innhegning norðan fyri bygdina, men hann var so villur, at hann gekk uttanfyri í heilum, og tað var eitt ræðuligt stríð at fáa fatur í honum, og fáa hann inn aftur, maðurin hevði sett tveir streingir av píkatráði oman á hegnið, men líka líti hjálpti, so hann avgjørdi at tjóðra veðrin innan fyri hegni, men hetta hjálpti heldur ikki, hann slerdi fyrst ein hæl í jørðina, men tað gekk bara ein lítil løta, so rann veðrurin uttanfyri við bæði hæli og tjóðri aftan á sær, hann royndi við tveimum hælum, men sama skilið, tað endaði við at veðrurin gekk har, og tað var ein syrgilig sjón at síggja! Um hálsin hevði hann eitt band, og har hevði maðurin hongt tvær aluminiumskúlur uppí niður fyri knøini á veðrinum, so hann ikki fekk lopið, eitt annað band var eisini um hálsin á veðrinum, og tað var fest í 8 favnar av rustaðari ankarketu við einum garnavarpi í endanum, men so var endiliga friður.

  Søgur sum hendan hoyra sjálvandi til í einum hjallara við nøkrum fáum áhoyrarum.   Onkur hugsar kanska, stakkals veðrur, men øll vita at her er heldur nógv gjørt av, og 90% er lygn, men søgur sum hendan høvdu ikki verið til um einki slatur og sleyg var, so eg meini, tað kann eisini brúkast konstruktivt um tað ikki skaðar nakran. ☺

Tann besta løtan

Tann besta løtan hjá mær er tá eg komi upp um morgunin, helst áðrenn tað er ljóst og dagurin liggur óspiltur fyri framman. Tá eru tankarnir eisini reinir og óspiltir, og eg kann vera glaður og takksamur fyri at liva, tað er eingin sjálvfylgja sjálvt um eg ofta taki tað fyri givið, tað er ein gáva eg fái, hon er ókeypis, og tá eg klári at seta prís uppá hana, veit eg at eg eri á rættari leið. ☺

Tónleikur og hugflog

At hoyra eitt gott lag er balsam fyri sálina, tað kann vekja allar kenslur, frá sorg til gleði, og alt sum liggur har í millum, er eitt video knýtt at lagnum forðar tað ofta hugflognum, og skapar eina heilt aðra kenslu, og mynd enn tá oyrað fangar tónarnar, og kenslurnar fáa loyvi til at skapa myndir sum passa inn, ikki so at skilja at eitt video ikki kann verða gott, men tað blívur ongantíð tað sama sum tað ið kemur av sær sjálvum.

    Hetta er nakað eg havi lagt merki til hvørja ferð eg lurti eftir tónleiki við einum opnum sinni, um tað er Klassiskt, Jazz, Blues, Rock, ella okkurt annað, eru altíð myndir knýttar at, og ganga upp í eina hægri eind.

Nakrir tankar um Jólini.

Nakrir tankar um Jólini.

🎄🎄🎄🎄🎄🎄

Gott at tað er tankin sum telur tá tað kemur til Jólagávur, ikki tí at mær ikki dámar gávur, men ofta fær man ting man hevur fleiri av frammanundan, klæðir, og matur er fínasta slag, og bøkur er eisini gott, men 5 kalendarar fyri 2019, 3 vaflujørn, og so víðari, og einki fær man seg til at blaka burtur, tí tað er jú ein gáva, givin í kærleika.

  Eg komi ofta til at minnast Jólini frá mínum barnaárum, tá fólk komu og fóru, kaffi var í kannuni, og eitt pusluspæl lá á borðinum í stovuni, Elvira ella Herluf komu inn á gólvið at práta, og løgdu kanska eina kabalu meðan tey sótu, (Elvira segði altíð at tað var loyvt at gera 3 krókar = snýta 3 ferðir hehehe 🤣) Og Herluf dugdi nógvar snildir við kortum, og visti nógvar góðar hehehe 🤣. Onnur komu inn á gólvið mest fyri at práta, sótu uppi yvur puslispælinum eina løtu, ella í køkinum, fólk hugsaðu ikki so nógv um tíðina.

  Tá eg var heilt lítil plagdi Jólatræð at vera í avhaldshúsinum, og í gamla skúla, tá vóru 2 skúlar her í Nólsoy, ein har telefonstøðin er í dag, og ein har sum handilin er nú, tað húsið meini eg Edvard Hansen átti, og tað stendur úti á klivum í dag, tað bleiv eisini brúkt til borðtennis, og Edvard hevði saltfisk í hjallarinum.

  Tá vóru 6 handlar í Nólsoy, Gabriel og Jolina høvdu handil í hjallaranum har norðuri, Anfinnur Poulsen har Ivan býr í dag, Petersen (Rokkur) í húsunum sum Nicolaj eigur nú, Hjalmar í hjallaranum har Kaffistovan er, Edvard Hansen í pakkhúsinum, og Mia í Búð hevði handil í hjallarinum.

  Í dag eru tey flestu so hart fyrispent, at tey hava ikki tíð til hvønn annan, fartelefonir, teldur, og sjónvørp hava yvirtikið alt, ung fólk sita í somu stovu og kjatta við hvønn annan. Tíðirnar eru ótrúliga nógv broyttar, og tey flestu fylgja bara við streyminum. Er tað gott ella ringt? Eg veit ikki, men av og á sakni eg tey gomlu Jólini ☺

  Eitt alternativ kundi verið at vitja hvønn annan eitt sindur meira, og tað eri eg so avgjørt ikki tann besti til. ☺

Prinsippið fram um persónin

Jesus segði einaferð, fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera. Eg havi ofta hugsað um hetta, og mær nýtist ikki at fara longur enn til meg sjálvan, fyri at staðfesta hetta, hvussu ofta havi eg ikki verið noyddur at eta míni egnu orð/tankar, tá tað kemur til at døma ella fordøma onnur, sakin er bara tann, at eg síggi ikki mínar egnu feilir fyrr enn aftaná, og tá kann tað vera stravið at viðganga at feilurin er mín.

  Gud arbeiðir gjøgnum onnur menniskju eisini, og tað kann líka so gott vera ein mær ikki dámar serliga væl, sum gevur mær tað eg havi brúk fyri.

  Tí dámar mær væl tekstin í dag, prinsippið fram um persónin. Ein eg kendi segði einaferð, trúgv er bara sunn fornuft, og tað er tað tað er. Smíða tær eydnuna góða, við teimum evnum sum skaparin gav. At vera eyðmjúkur er bara at vaksa í trúgv, og har verði eg ongantíð liðugur, eg eri jú bara eitt menniskja við teimum feilum og manglum sum fylgja við.

Janus Nolsø

7. Desember 2018

Nøgdsemi!

At vera nøgdur er ikki treytað av hvat eg havi, men hvussu eg havi tað. Ofta lati eg meg stýra av ynskjum og dreymum, sum einki hava við veruleikan at gera, ofta ting eg ynski mær, men gleðin er sum oftast stokkut, bert ein andadrátt, so dukka nýggj ynski og dreymar upp, og eg strembi eftir at fáa okkurt ið ger meg varandi nøgdan,

  Eg royni dagliga at steðga á, og hyggja eftir hvar eg sjálvur eri í øllum hesum, niðurstøðan er ofta sera einføld, eg havi nógv meira enn eg havi brúk fyri, og burdi verið nøgdur fyri hvønn dag eg fái, heldur enn at taka alt fyri givið. Hvønn morgun eg vakni stendur ein nýggjur dagur fyri framman við ongum mistøkum í enn, ein gáva eg havi fingið fyri einki, og burdi verið takksamur fyri, men so taki eg stýringina, gloymi at vera eyðmjúkur, lati meg ríva við, og detti í allar tær fellur sum eru á vegnum, og um kvøldi tá eg líti aftur um bak, og hyggi eftur hvussu dagurin hevur verið, komið eg ofta til tað niðurstøðu, at eg læri ikki av mínum misstøkum fyrr enn eg eri kroystur uppí ein krók, og noyðist at viðganga at eg aftur havi feilað.

  Hesir tankar eru kanska serliga viðkomandi fyri meg her upp til Jólar, nú reklamur, og tilboð eru yvir tað heila, keyp og spar 50 til 75% her og har, fá eina nýggja fartelefon fyri einans 600 kr um mánaðin í 12 mánaðar, ella skava og vinn hetta og hatta, og eg billi mær inn, at sjálvandi vinni eg, og so er alt gott, og eg eri glaður, BULLSHIT sigi eg bara, vil eg snýta meg sjálvan, so er bara at lata meg lokka..

  Tað er her tann andaligi parturin av livinum kemur mær til hjálpar, menniskja livur ikki av breyði eina, havi eg tað sum skal til fyri at klára dagin í dag skal eg vera nøgdur.

  Sjálvandi skal lívið planleggjast frammeftir, men eg má ikki gloyma at liva her og nú. ☺

Del siden