Her er ætlanin at at hava alt samlað á einum stað, yrkingar, myndir, løg, hugleiðingar og annað
Janus Nolsø January 14 at 8:59 AM · Shared with Public
Morgun snimma
loftið dimma
í eystri sólin roðar
fuglar láta
lagið káta
nýggjan dag mítt eyga skoðar
friðarløtan sæla
nú vaknar alt úr dvala.
Góðan dag øll somul. ☕️😀
Janus Nolsø January 19, 2020 · Shared with Public
---------------------
Regn og vindur
Regnvátar myndir
Grátt og slavið
Myrkt og strævið
Rykkir í tekjur, alt er vátt
Hyljar á vegnum
Drýpir úr degnum
Áirnar renna
Vegin tær kenna
Havið finna, sjálvt á nátt.
🤔
Janus Nolsø January 1 at 3:56 PM · Shared with Public
Ár skjótt takkar fyri seg
Vónir enn í barmi brenna
Nýggja árið er á veg
Enn vit einki til tað kenna
Bert ein dag í senn vit fáa
Tað er nokk í sjálvum sær
Tí alt tað vit skulu náa
Alt ov mikið tyktist mær
Men ein dag í senn vit klára
Eina løtu bert við hvørt
Um sum best vit royna gera
Framtíð tyktist meira bjørt.
At seta sær mál gevur styrki
At taka eitt stig fram á leið
Í øllum okkara virkið
Vit byrja eitt nýtt tíðarskeið
Um hóliga fram vit ganga
Tað hjálpir at duga hógv
Koma fram vegin langa
Og klára hvønn brotasjógv
Altíð eitt ljós fyri framman
Hvussu so svart tað sær út
Við vónum til nýggja árið
Vit gloyma alt sorg og sút.
Nú Nýggja árið er her
Tað kom við buldur og brak
Her byrjar ein spennandi ferð
Til gamla ár venda vit bak
Við vónum um betri tíðir
Vit fóru um nýggjárs gátt
Friður um foldina sigur
Hesa nýggjárs nátt
Dagurin kemur við ljósi
Og takksemi fyri tað
At lívið var okkum givið
Vit gleðast um hendan dag.
So fór 2021 í søguna. 😀
Janus Nolsø January 13 at 7:54 AM · Shared with Public
Takk góði Gud fyri hvønn dag eg fái
loyvi til at liva av tínari náði
styrki mær veit til til at ganga tann veg
sum Jesus lat upp fyri meg
ofta kann lívið mær tykjast ov strævið
tá stormarnir herja og ring eru kor
tá leið meg á veg ja eg biði Gud gævi
at fram eg má náa til tít náði borð.
Janus Nolsø November 5, 2017 · Shared with Public
Kavaflykrur av himni dala
kalt og luftin er blá
novembur nú alt fer í dvala
veturin er okkum hjá
dagar renna mót jólum við ferð
áðrenn vit vita desembur er
tíðin størsta gáta er
eingin veit hvar hon fer
Innihugna vit skapa sum best
kertuljós bleiktra í stovu
øll vit royna at gera sum mest
nú kalt er í hvørjari smogu
vetur kann eisini hugna geva
tá vit í gjøgnum hann streva
royna øll jalig at vera
tað okkum fram vil bera
Vónin um várið og hitandi sól
tá alt lív aftur vaknar
fuglarnir aftur reiða sær ból
í okkum býr eingin saknar
vetrardagar tann kalda tíð
strævnir ofta við strev og stríð
vit gjøgnum veturin fara
av honum nógv tó vit læra
Janus Nolsø
December 9 at 3:51 PM-2021
Kaldir vindar úr eystri boða
nýggjan vetrardag vit skoða
Jóladámur í bygd og bý
hvítar flykrur av himli dala
hvíta teppið fold man fjala
dovnar niður á jørð úr ský.
🎄🎄🎄🎄🎄🎄🎄🎄
Janus Nolsø Yesterday at 10-12-2021 10:24 AM
At koma hvør øðrum við
er ein týðandi táttur
ofta blindan meg ger
jarðarinnar máttur
at søkja góðs og gull
er ikki av tí góða
sálin av øvund full
ikki so væl man hóa
at liva í harmoni
gevur mær sálarfrið.
Ofta vit lata os leiða
av tí sum heimurin gevur
í blindum ganga vit fram
og hugsa ei um hann krevur
at vit fylgja við streymi
fyri at tekkjast øðrum
vit liva í einum dreymi
sum endar í øllum førum
um eg skal koma á mál
eg fylgja má míni sál.
Trúgv mín leiðir meg fram
móti ljósinum bjarta
hon hjálpir mær fram á veg
hon býr í mínum hjarta
eyðmjúkan meg kenni
um eg Harran søki
í andanum meg menni
tá eg trúgvina røki
tá Jesus leiðir meg
eg eri á røttum veg.
❤❤❤
Kavaflykrur av himni dala
kalt og luftin er blá
novembur nú alt fer í dvala
veturin er okkum hjá
dagar renna mót jólum við ferð
áðrenn vit vita desembur er
tíðin størsta gáta er
eingin veit hvar hon fer
Innihugna vit skapa sum best
kertuljós bleiktra í stovu
øll vit royna at gera sum mest
nú kalt er í hvørjari smogu
vetur kann eisini hugna geva
tá vit í gjøgnum hann streva
royna øll jalig at vera
tað okkum fram vil bera
Vónin um várið og hitandi sól
tá alt lív aftur vaknar
fuglarnir aftur reiða sær ból
í okkum býr eingin saknar
vetrardagar tann kalda tíð
strævnir ofta við strev og stríð
vit gjøgnum veturin fara
av honum nógv tó vit læra.
Sov nú lítla søta
balla teg so væl
hvør ein dagur hevur
nokk í sjálvum sær
kasta av tær dagsins byrðar
bið so bøn, tú einki irðar
alt fellir í tín lut
ja lít bert á tín Gud.
💤😴💤
Tá náttin kemur, og friður valdar
Veturin nærðkast, og nætur kaldar
Dagsverk er lokið, til hvíldar øll fara
Hvønn dag vit liva, virka og læra
Til hvíldar øll fara, at samla styrki
Til komandi dag, og dagsins yrki.
Góða nátt øll somul.
💤😴💤
Myrkt er úti,
og skjótt er nátt
troytt eru øll,
nú skal vera gott
Við góðum blundi
til sólin rísur
að aftur fyri degi lýsur.
Góða nátt folkens.
😐😴💤
Kærleiki er ikki
alt verðsins gull og fæ
Kærleikin má røkjast
og nørast hvønn ein dag
Djúpt í hjarta býr hann
Har finnir gripin dýran
Einki krevur
Fyrigevur
Dømir ongan heldur
Er sum heitur eldur.
Ber hann altíð við tær
hvar í enn tú fer
Hvar í enn tú kemur
undurverk hann ger
Gevur mót at liva
Tá tú ert í iva
Samansjóðar
Lagnur góðar
Lívið lættur
Dýri skattur.
♥️♥️♥️
Takk Gud fyri aftur ein dag
Alt eg leggið í tínar hendir
Hvíldarløta hvíldarstað
Tú mær verndareingil sendir
Friðarløta
Dreymagøta
Hvíldarstund
Søtan blund.
💤😴💤
JN. 15-07-2021.
Eg siti og droymi
í minninum goymi
tær friðsælu løtur við strond
og hugurin reikar so víða
alt meðan dagur man líða
til fremmand fjarskotin lond
runar í tæra
æður ið óa
fløða og fjara
man tað í sjó
Mjørkatám rekur
av bóli meg tekur
ein brúsandi kensla av gleði
ja lívið er herligt
tað er nakað serligt
at liva á slíkum degi
Tá kvøldi so kemur
eg fyltur á tremur
av takksemi vón og gleði
til húsar heim vendi
ein tanka eg sendi
til skaparans mátt og megi.
♥️
JN. 24-07-2021
Det eneste,
som vi får med os fra denne verden er det,
som vi gav til andre.
♥️😀
Dýnan rópar kom
Nú myrk er Válatrom
Eygnalok sum blíggj so tung
Hóast náttin enn er ung
Kom við mær í dreymaverð
Nú sovast skal til morgun er.
💤😴💤
JN. 02-08-2021
Døgg á hvørjum strá
mjørki sirm og slavið
perlir í øllum litum
glitra bønum á
mýrisnípir hugna sær
við veitirnar og láta
søljukoppar vaksa har
við summardáan práta
alt í blóma lívið lær
oyra hoyrir eyga sær
summar veður
hugin dregur
við strendur æður óða
alt er saman sjóða.
♥️♥️♥️
JN. 05-08-2021
Hetta er ein søga um eitt hús sum var hvítt
Har nú í fýra ár hevur sitið eitt býtt
So nú er upp á tíðina har hendir okkurt nýtt
So at stóra landið aftur verður frítt.
Torført er at skilja hvussu tað bar til
At hann slapp at sita og gera sum hann vil
Sjálvt um øll tað sóu, har var eitt verri skil
So valdu tey at blunda, og lata standa til.
Nú er tíðin komin at broyting kemur í
Og at fólk nú fara at spyrja hvat og hví
Fólkið hevur talað í bæði land og bý
Nú er tíðin komin at enda hetta stríð.
🤔
Eg átti mær eina ulpu
Hon var grøn við hettu
Vermur væl um veturin
Sum pelsurin á kettu
Mína ulpu brúki eg
Tá eg skal út á vetri
Ulpan er mítt eitt og alt
Eg veit ei nakað betri.
🤣
Kæra fagra morgun løta
Kavin grætur 🌧️ og sólin🌞 sær
Friðalig liggur bygda gøta
Heimurin kennist so nær
Litfagra hvolvið 🌈 og rekandi skýggj 🌥️
Á hvørjum morni Náðin er nýggj
Ja nú gongur mót ljósari tíðum
Í smáum bygdum og býum.
😀
Nú er myrkt
alt er kvirt
bert eitt suð at hoyra
kalt er lot
fer í hvørt skot
slotar vakið oyrað
áðrenn eg søkki í djúpan blund
vindurin á hørpu spælir🎶
sorgblítt lag um náttar fund🌙
og tað sum náttin fjalir
glíði inn í dreymaverð
til morgun aftur er.
JN 21/11-20
Mjørki
Mjørki og grátt
slavið og vátt
vætan drýpur úr øllum
tyngjandi kvirra
á sjónum er kyrra
eingin fuglur á vøllum
á kirkjuspíri situr ein likka
siggi hana pjátra og nikka
starar á steyrum sita
royna at finna ein bita
døggvátur vøllur og grasið er sítt
handan gráan sól skínur fagurt og frítt
🤔☕️
Summardagur
Aftur ein nýggjan dag eg fekk
ein sunnudag tá mjørkin hekk
so tjúkkur yvir landið
úr mjørka hoyri tesk og mutl
við sjóvarmálan aldu tutl
tær spæla sær á sandi
Og æður spæla sær við strond
mín hugur vitjar onnur lond
har sól og summar er
eg droymist burt í annan heim
til hvítar strendur leik og gleim
tó best man vera her
Kærast í Føroyum tykist mær
vakrari land man aldri sær
ja friður valdar her
í millum fjøll og dalar
summarnætur sælar
tað besta stað í verð.
♥️♥️♥️♥️♥️♥️♥️
Morgun ein nýggjur dagur er her
eitt sindur slavin við eystan loti
enn er bara fuglur og seyður á ferð
kanska ein fressur í onkrum skoti
hønur skrukka og hanar gala
ganga í túnum og mala
Apríl við sínum lótum og lúnum
óstøðugt veður men vár er á veg
fólk og fæ enn í vetrar búnum
men skjótt til summar øll klæða seg
undir mold vaknar lív úr dvala
summartíðin hin sæla
Vár og vón ganga hond í hond
gleðin í barminum veksur og nørist
ja tíðin tá aldur tutla við strond
kærleikskensla í barminum rørist
skjótt gloymdur er kuldi og vetur
nú heiðafuglurin letur.
JN 13-04-19
JANUS NOLSØ·
7. APRÍL 2016
Einki er sum at koma heim
eftir túr á villa havi
sjónin birtir gleði og gleim
tá oyggjar koma úr kavi
sólin roðar á fjøll
millum tey búgva øll
fólk og kærastu minnir
tað vakrasta ein finnur
Sigla millum oyggjar og sker
síggja kendar strendur
til landið sum mær kærast er
og fremst í huga stendur
streymur um fjørð og sund
um nes og flúrar við skund
run í fjøru og tara
skýggj um tindar fara
Bygdin við kirkju á tanga
millum rensvík og húnaklett
oyggjin mjáa og langa
fólk hava búgv her sett
elski tað friðsæla stað
her spældi sum drongur hvønn dag
røtur festi í hjartað
Nólsoy grøna bjarta.
Aldri eg gloymi teg landið hjá mær
við fjøllum úr havinum trína
tann vakrasta sjónin ið eyga mítt sær
eg hugsi um teg móður mína
um firðir og sund og tann grønasta bø
um gjáir og gil og tey forberg so høg
tann blágrøna sjógv og um fjøru og sand
tú ert heimsins vakrasta land
Á vári og sumri títt lyndi er lætt
tá fuglar sær reiður her gera
á heysti og vetri úr ætt og í ætt
stormarnir ýla, gartera
men tá millum fjøllini finna vit lívd
ja í tínum favni vit verða ei nívd
vit vita tú gevur os klæði og føði
og birtir í hjartanum frøði
Tu fylgdi mær hvar eg var staddur í verð
í huga tú altíð var kærast
og ofta eg hugsi hví eri eg her?
tað mátti av lívinum lærast
at tú var mín móðir og barn títt var eg
og av tær eg lærdi alt um lívsins veg
eg ivist ei longur um hvat ella hvørjar
eg elski mítt føðiland Føroyar
Hví er mítt ynski, hví er mítt mál
at liva og ganga kærleikans veg
eg vil finna friðin djúpt í míni sál
leitandi, trilvandi, fram gangi eg
At elska og liva í hesum heimi
við hvørt kennist tungt og stravið
aðrar tíðir er tað sum eg sveimi
eg gleðist um alt sum eg havi
Tey sum ikki kærleikan kenna
vita ei heldur hvat lívið er vert
sorgin, gleðin, tey okkum menna
ein meining er við øllum tú gert
Tú lærir so leingi tú livir her
eitt gamalt orðatak sigur
lívið er ein spennandi ferð
frá morni til sólin fer niður
Janus Nolsø
18. Oktober 2012
Janus Nolsø
8. Februar 2010 ·
Dagarnir leingjast
Nú skínur sólin og fløvar eitt sindur
Tó enn er fryst hvør ein túgva
Fuglarnir láta men kaldur er vindur
Alt bíðar sum í mold man búgva
Til vársólin hitar og vekir hvørt kykt
Og gevur tí lív sum í moldum svav trygt
Vit leingjast til várið vinnur á vetri
Og fuglarnir reiður sær byggja
Tað fløvar hvørt hjarta og lagið gerst betri
Tó enn kavafannirnar liggja
Men hitin frá sólini mennist hvønn dag
Um ofta vit halda tað stendur í stað
Ja dagarnir leingjast ei dyljast kann tað
Hvønn morgun er ljósari úti
Hugurin lættnar og bætnar hvønn dag
Skjótt burtur er alt vetrar sútið
Vit gleðast til várblóman aftur man spretta
Og í okkum sálirnar metta.
Miðsummarsangur
Vit elska tað landið sum Gud okkum gav
yvir dalar og fjøll sól og vindurin kína
her vit knýttu tað band kærleikin sprettur av
vit øll kalla tað landið í norð, móður mína
á miðsummardegi er frøi og gleði
alt sprettur og blómar við nýggjari megi
vilja frið hava her
hugsa um stóru verð
har ið ófriður stríð sorg og vónloysi valda
altíð kærleikin ber
best av øllum hann er
skapar nøgdsemi gleði øll menniskju saman tá halda
tann miðsummardag tá øll standa á rað
og á kvøldi runt báli vit dansa og syngja
hendan friðsæla løtan tá øll eru glað
kenna lívið tað blómar vit upp okkum yngja
vit møtast og heilsast og gleðast øll saman
lagið er gott alt er frøi og gaman
vilja frið hava her
hugsa um stóru verð
har ið ófriður stríð sorg og vónloysi valda
altíð kærleikin ber
best av øllum hann er
skapar nøgdsemi gleði øll menniskju saman tá halda
J.N. 21 juni 2014
Janus Nolsø
9. November 2011 ·
Finn gleðina við at LIVA
Minst til tá tú ferðast
á lívsins strævna veg
einsemið kann gerast
ein byrða fyri teg
♥
Lat ikki myrkrið ráða
men lív í vinarlag
tú gleðina skalt fáa
og njóta hvønn ein dag
♥
Um onkrar trongar løtur
sum tyngja sinnið títt
tá leita til tær gøtur
har lívið kennist frítt
♥
Við kærleika í sinn
eitt smíl til øll tú sær
og sálarfriðin vinn
eitt ríkt lív ognast tær.
Góða nátt
Skjótt fari eg
at balla meg
og sova trygt og væl
á dreymaborg
er eingin sorg
men friðarløtan sæl
til sól í eystri roðar
og nýggja dagin boðar
JN. 20-04-18
Janus Nolsø
09-12-18
Kaldir vindar
Kaldir vindar úr eystri boða
nýggjan vetrardag vit skoða
Jóladámur í bygd og bý
hvítar flykrur av himli dala
hvíta teppið fold man fjala
dovnar niður á jørð úr ský
🎄🎄🎄🎄🎄🎄🎄🎄
Heystið
Heystið er komið og kaldari vindar
alt ger seg klárt til at fara í hi
frystir hyljar og hvítnandi tindar
dagarnir styttast so við og við
Sólin lækkar dag um dag
dagarnir koma og fara
alt sum er livandi hevur eitt stað
í myrkri tú hómar ein varða
Vónin er títt sterkasta svørð
við henni tú vinnur á mál
dýrasti skattur á okkara jørð
í vónini sterk gerst tín sál
Heystið tað er ein partur av tær
við øllum teim lúnum tað hevur
skiftið til vetur og várið tú sær
í huga skjótt summarið kemur
Árstíðir skifta so fylg bara við
tær nýtast ei vera ein plága
í lívi tú hevur eitt mál og eitt mið
títt lív er tín dýrasta gáva.
Janus Nolsø
25. September 2012
Janus Nolsø
18. Desember 2010 ·
Hvat er føðilandið ?
Kavi og regn hvørt um annað,
vindur og stilli, sól og grá skýggj,
so gongur tos millum manna,
veðrið kann broytast, hvør løta er nýggj,
himmal og hav í einum roki,
fjørðurin fjaldur av glaðustroki,
løtu seinni er sól og stilli,
lagstur er vindurin villi.
Tó trívast fólk her og støðast
vetur og summar tey búleikast her
um tey av veðrinum møðast
tað hjálpir at fara ein túr út í verð
til lond við summar og sól
undir pálmum at reiða sær ból
altíð tey heimaftur finna
tey munna tó landið inna
Títt føðiland altíð teg dregur
hvar tú ert staddur tað kallar á teg
eisini tá ið tú svevur
í dreymi tað vísir tær veg
kom heim mítt barn her eg eri
eg altíð títt føðiland verið
um tú ert her ella har
heima hjá tær er hjá mær
Javndøgurstankar
Rínir og hvínir
brakar og knakar
hvirlurnar koma við rúkandi ferð
somu leið fara tankar mínir
ongantíð friður men sama ger
regnið á rútar trummar
oljufýringin brummar
roynir at skapa hita her inni
renna fram fyri meg gomul minni
vetrar við kava, summar og sól
hetta er mítt fjálgasta ból.
Janus Nolsø
20. November 2009 ·
Jól
Dagarnir styttast, Jólini nærkast, hvat skal eg keypa til gávur
Hvør handil er fyltur á tremur við tí, teir ikki høvdu áður
Og í hvørjum glugga, har glampar og glitrar av alskins skreyti og skrúð
Skeltini siga, kom inn her og keyp so verður ei missnøgdur tú
Men gloymið nú ikki, hví vit halda Jól,
tá var oss ein frelsari føddur
Tí sendið ein tanka til krubbu og ból
har ið hann var borin og gøddur
Ja hann var hin størsta gávan av øllum
sendur av Gudi úr himnanna høllum
og lat upp vegin til lív.
Jólamaðurin kemur
Í millum fjøll og tindar,
ferðast kaldir vindar,
og regnið oysur niður uttan steðg,
nú gott er innandura,
lat stormarnir bert fura,
og vátan gera vegg,
til Jóla vit øll stunda,
at síggja Jólalunda,
og onkran Jólamannin,
í skorsteinin fer hann inn,
til børnini við gávum,
ja eftir tekjum skráum,
millum trý hár og eina lús,
hann vitjar í hvørt eitt hús. ☺
Trøll og tussar har úti reika
regn og vindur í man leika
myrkt í skotum og smogum
landsynningur vísir horn og tenn
enn eg teljast millum menn
við hvirlum og ælum grovum
Harrans mælagrót og flag
eg haldi á við sama lag
hvørt kykt má nú inni sita
huldufólk í kirkjuskoti hvína
hin gamli við hornum man grína
sitið nú so pen, tí lítið tit vita.
JN 15-12-18
Janus Nolsø
16. Juli 2010 ·
Tað blánar nú í eystri, og sólin sæst so kám,
strálurnar seg stríða í gjøgnum mjørka tám,
vindurin er lagstur at fáa sær ein blund,
fuglar láta fagurt og fagna morgunstund,
alt livandi nú frøðist, um hendan nýggja dag,
og ikki sólin møðist, men hitar hendan stað,
í morgin er ei til, í gjár tað søga er,
so liva um tú vil,
ja ger tað nú og her! ☺
Áirnar tær tutla, vit eru her tú sær,
úr sóljukoppi piltur sær látipípu skar,
pollamjørkin krøkir seg fast um fjallatind,
og eftir stilla havinum fer ein lítil grind,
ein æðuflokkur svimur fram við fles og flúr,
tær vóna onkur biti her fæst burturúr,
her andar alt við friði, og sæla morgunstund
ver vælkomin um liðið, til dagsins ástarfund.
Myrkur sígur yvir landið
skjótt til hvíldar fara øll
náttin stilla sum við gandi
leggur døgg á grønan vøll.
Enn sæst ljós í onkrum glugga
náttaravnar hugna sær
gøtuljós sum kasta skugga
yvir skot og handan garð.
Men at enda friður valdar
hvíldarstund tað krevja øll
hesar várnætur so kaldar
eru her í millum fjøll.
Ein yrking hjá Clamunt Jacobsen (Abba) til eitt neytakonuball í Nólsoy. Pappírini ið hann hevði skrivað vóru so illa farin, at tað var ringt at týða hvat stóð, men hetta er so tað eg fekk burturúr. Um nakar kennir sangin, og sær onkran feil, eru tit vælkomin at siga frá. ☺
Neytakonuvísan
Tað stuttligt er meðan vit ganga
Til neytar um summartíð
Tann vegin stuttan og langan
Náttúran hon er so fríð
Ja, tjøldur, spógvar og láir
Um okkara eiðir fer
Og steinarnir standa so gráir
Vit kennast væl við teir her
Hin unga heldur tað vera fittligt
Um tað er regn tá í hon fer avstað
Hin gamla hon er meira krittlut
Nei, hon heldur ikki tað
Vit fylgjast allar í flokkum
Og tá ið vit fara avstað
Nú ganga vit í skógvum og sokkum
Fyrr var tað ikki tað
So fylgjast vit út um garðin
Og spjaðast so sundur har
Men hvar er nú tarvurin farin
Í gjár hann so illur var
Allur flokkurin svarar
Ja, eg eri enn líka djarv
Tær hyggja so hvørjar uppá aðra
Nei, vit ræðast ikki tarv.
Dagurin
JANUS NOLSØ·
3. MARS 2016
Nú er morgun skjótt tað lýsir
og til verka fara øll
hesin dagur veg tær vísir
millum stillu brøttu fjøll
Einki er sum stilla stund
áðrenn fyrsta morgun fund
Arbeiði er dagsins byrða
royni berið hana væl
eftir lokið verk tit virða
liðugt dagsverk eydnusæl
Gott at koma heim til hús
glæð og nøgd til dystin fús
Tá øll móð frá dagsins virkið
koma heim at hvíla seg
lokið er nú dagsins yrkið
enn eitt stig á lívsins veg.
Fara sæl í dreymaverð
lívið lær ja gott tað er
Janus Nolsø
17. Mars 2011 ·
Millum vetur og vár
Kavarok í bein
tað kavar á hvønn stein
men bráðnar beinanveg
tí várið er á veg
næstu løtu sólin skínur
kavin fyri henni dvínur
Soleiðis er hendan tíðin
millum vetur og vár
bæði hvít og grøn er líðin
sama skilið hvørt ár
Tjøldur flúgva her
sum boðberar um vár
koma úr stóru verð
og lenda her hvørt ár
vita helst meir enn vit gera
koma fyri her at vera
Dagar togna skjótt
nú javndøgur er farið
onkur nál so løtt
spírar nú í garði
skjótt fer alt úr mold at renna
sólarhitin lívið menna
Janus Nolsø
17. Desember 2010 ·
Ótolin børn.
Jólagávur undir trænum liggja
allspent børn ið pakkar kanna r
oyna at lúra og hyggja
royna at hamstra og spanna
hvat ólukkan er her í
havi ikki ánilsi av tí
ynski mær eina Iphone
helst verður tað hosur og havgron
hesin pakkin er alt for bleytur
helst er tað bara jólagreytur
tími skjótt ikki at bíða
hvat hevur tað at týða
um eg lati hann upp nú og her
og síggi hvat í honum er.
Regn og mjørki
Vátt og aftur vátt
hvar kemur alt vatnið frá
grátt og aftur grátt
og mjørki omaná
vit vilja hava sól og summar
hoyri regnið á takið trummar
Tankar um líðku og sól
bláan himmal stjørnuklár nátt
fuglar ið reiða sær ból
alt kennist fjálgt og gott
sitið við gluggan og hyggi út
regnið enn trummar á mín rút
Vónin er altíð har
sjálvt tá tað er regn og vindur
onkuntíð lívið lær
ein glotti nú batnar eitt sindur
men altíð er tað stravið at bíða
tó ljósari gerst sum dagarnir líða.
Mín dagur
Regnið fór nú klárnar loft
sólin kagar fram úr ský
eg hoyri fuglasong í toft
fólk tysja framm í bygd og bý
smálomb jarma
likkur larma
alt er nú á ferð
vaknar vónin sæla
upp úr náttar dvala
so er í hesi verð
Glað til verka fara øll
løtur máa nýtast gott
renna børn um grønan vøll
sól og lýkka geva mátt
leygardagur
hugur glaður
eingin stúran kennir
dagur líður
myrkur sígur
nei sum tíðin rennur
Kvøldarstundin sæla er
hvar skulu vit nú fara
lokið dagsverk endað ferð
vit hugna okkum bara
kanska út at svinga
gloyma alt tað ringa
at hitta fólk vit kenna
øll eru glað
um hendan dag
hann man okkum menna.
Janus Nolsø
31. Desember 2009 ·
Sangur til tað nýggja árið.
Aftur eitt ár er nú farið framvið
eitt hanagleiv longri er dagur
og tá tú trínur um nýggjársins lið
gott treyst hav tá kona og maður
---------------------------------
latið alt byrja av nýggjum í ár
tí eftur veturin kemur eitt vár
tíðin hon lekir hvørt einasta sár
tað hoyrir nú til í gjár
----------------------------------
alt sprettur av nýggjum hvørt einasta strá
og blómur ið prýða hvørt gil
sjálvt vatnið sum rennur í hvørjari á
er eisini nýtt hvørt eitt bil
------------------------------------
So nýggjár vit fagna tær vælkomið her
til okkum at vera við tær
vit fagna tær hvar enn vit eru í verð
og nú tú kennist so nær.
♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥♥
Ein Jólasangur
Tá stormar hava lagt seg
og friður aftur valdar
tá kenni frið í sál eg
lív stillisliga aldar
stórt takksemi í hjarta
vetrarmorgun bjarta
nú lívið aftur lær
og klárt mítt eyga sær
Skjótt Jól eru í hondum
bjørt ljós í hvørjum glugga
við stjørnum og við bondum
alt prýðið man teg ugga
og gávur undur træðnum
vit takka jólalagnum
frelsarin føddur var
hygg jólastjørnan har
Og stjørnan lýsti vegin
so hirðar funnu fjósið
øll smílandi og fegin
í barmi birtist ljósið
vit vilja honum prísa
í hjarta honum hýsa
við takkarsongi glað
vit halda jóladag
Til Nólsoyar fara
Til Nólsoyar fara men nær verður tað
trifaldiri trifaldirá
tað er ikki bara at koma avstað
trifaldiri hurrá
her á Bursatanga vit bíða sum brent
hvør man fara at sigla eg eri so spent
trifaldiri, trifaldirá, trifaldiri hurrá
Í gjár var tað Jósup í dag er tað Sam
trifaldiri, trifaldirá
men Kaspar er close-up vit fáa ein dram
trifaldiri hurrá
og kanska ein túr inn á Cafe Natúra
har kann man fáa sær ein fuglalúr
trifaldiri, trifaldirá, trifaldiri hurrá
Nú Sildberin liggur við brotnan motor
trifaldiri, trifaldirá
og um væl tú hyggur er eingin umborð
trifaldiri hurrá
har Nólsoyingar vála í est og í vest
seint tíðin man ganga vit royna sum best
trifaldiri, trifaldirá, trifaldiri hurrá.
😀 😀 😀
Til tað nýggja árið
Vælkomið nýggjár til okkum her
Vit fagna tær í nátt
Við buldur og brak í hesi verð
Vit stíga um tína gátt
Vit trúgva at árið góða
Gleði kann okkum bjóða
Skapar lindið fróða
Og okkum saman sjóða
Dukkufretar og heksahyl, kanónsløg og rakettir
Runga um tann heila bý, skjótið til einki er eftir
Øll samlast í flokkum um nýggjársbál
Champanja í gløsum, og miðnáttar skál
Vár og summar hest og vetur
Vit øll fylgja tær
Vónandi alt gongur betur
So at lívið lær
Og at vit gleði finna
Góðgerðir útinna
Kenna góðan linna
Sálarfriðin vinna.
Janus 24-10-2011
Føroyskt heyst
tá tað er best
landsyningur
regn og vindur
gráur tindur
bíða eitt sindur
alt er vátt og slavið
at fara út er stravið
fólk í sínum holum sita
ugga seg við góðum bita
ikki er so gott at vita
skulu vit av landi flyta
kanska ikki enn
rópa øll í senn
her á landi apur ráða
góð er eftirløn at fáa
sparingar vit kunnu lova
ongan rómastamp í kova
far á seiðaberg
og fá tær seið í merg
vit vilja hava tilfeingisgjald
so sel tíni hús og keyp tær eitt tjald.
☺☺☺
Janus Nolsø
27. Desember 2010 ·
Jólini farin, stundar til várið
Jólini farin
og posin er tómur
burtur er skarin
stillnaður rómur
aftur er vanligur dagur
lágt sólin ferðast
og skýmligt í skoti
okkurt má gerast
um kaldligt er lotið
slotar hvør kvinna og maður
árið skjótt farið
dagarnir leingjast
runt flýgur stari
hugur man treingjast
leingjast til fløvandi tári
hanagleiv betur
tá árið nú skiftur
dýnuna vetur
skjótt av sær syftur
alt stundar nú eftir vári.
Kom nú vár
Fuglarnir syngja um stirdan vøll
luftin er blá við morgunroða
hvítir tindar, dalar og fjøll
vækurleikan eyga man skoða ☺
Alt er óspilt, her valdar friður
tindrandi frost á hvørjum strá
smáar aldur um øður og fliður
í fjøruni, enn er mánin at sjá
Várið er nú á veg við vónum
grønar nálir á trøðum spíra
skýggjni speglast í sjónum
úr moldum nala sólja og sýra
Lat várið bert koma
vit eru til reiðar
skjótt grønkar hvør troma
túgvur og teigar
.Janus Nolsø
12. September 2011 ·
Kúgvin
Tá kúgvin kom
heilt upp á trom
hon var eitt sindur lókut
at koma til
har sum hon vil
var ikki lætt tí gøtan hon var krókut
Og kúgvin gleið
á síði leið
óheldugt skal tað vera
hon datt um stein
og breyt eitt bein
hon var so kedd men einki var at gera
Muuuu Møøøøø Bøøøøø ☺ ☺
Tá hjálp kom har
sum kúgvin var
var dagurin at enda
men hon var glað
hon visti tað
at nú slapp hon til húsar heim at venda
Møø Muuu Buuuuuu ☺ ☺
Janus Nolsø
29. Januar 2011 ·
Lívið ein hvørvisjón?
Er tað lívið sum fer framvið
er tað tíðin ið kemur og fer
um eg gangi við tína lið
ella eina eg gangi her
undir sól og mána, á degi og nátt
um hugur er tungur, um lagið er gott
tey koma og fara, alt hevur tað tíð
um eg standi stillur, alt flytur seg tí
einki sum livur stendur í stað
vit ferðast hvønn einasta dag
Hvat er meiningin við hesi ferð
hví skal eg læra og liva
er alt tilvild í hesi verð
hví ert tú so í iva
um alt er ein hvørvisjón, einki er til
hvat er so kærleikin, vitið og skil
kenslur og tráan, myrkur og ljós
hví yvirhøvur, seta vit kós
okkurt er størri en okkara vit
ein meining, hvat halda tit
Lyktasteyrin
Her standi eg
og lýsi veg
øll rundan um meg ganga
ein Likka kom
og setti seg
á meg at hella vanga
Øll hava dreymar vónir og mál
um krókut enn gøtan tykst vera
so búgva teir djúpt í okkara sál
vit dreymarnar við okkum bera
Sjálvt tá alt tykist dapurt og svart
vit ferðast har vónloysið ræður
at enda tað lætnar og ljósið so bjart
tað hómast mann ein nyggjur dagur
Lat ikki vónloysið vinna á tær
ver nøgdur við alt tað tú hevur
tær bestu løtur í takksemið sær
tað hugin til lív aftur gevur
Lívið ein gáva vit fáa hvønn dag
sig takk eg vil royna mítt besta
glaður og nøgdur ríð tú avstað
góð minnir í hugin lat festa
JN 16-11-18
Stilla vetrar morgun løta
sól í eystri úr havi roðar
kavaklødd hvør bygdagøta
aftur nýggjan dag hon boðar
skýggi so reyð sum eldur litar
reka um fjøll sum ullabitar
Óspilt foldin út seg breiður
alt er nýtt á morgunstund
túsund litir og himin heiður
mánin í suðri sum kúla rund
kvirra stilla morgunstund
eftir søtan náttar blund
Alt er nýtt á hvørjum degi
skaparverkið boðar frá
níggja vón og níggja megi
fáa hvørjum morni á
treystliga til verka fara
altíð okkurt nýtt vit læra.
JN 02-02-2019
Janus Nolsø
21. November 2009 ·
Trillubøran
Tað var ein fagran summardag
Ein trillubøra var av træ
hon hevði eitt hjúl undir sær
so fegin moldina hon bar
Men so ein dagin maður kom
og fylti hana yvir trom
so sára lítla børa græt
og góði maður halt uppat
men so ein dagin hjúlið brast
tað sveið í felguni so fast
úr brostnum hjúli luftin læk
og trillubøran hon var vræk
Minnist hendan sangin frá fyrst í 80unum, Kanska 1980-82. Yrktur umborð á Morgunroðanum, Vit vóru fleiri sum gjørdu hann ☺
Um várið
Dagarnir lýsna nú skjótt
á grækarismessu ein vinur kemur
skjótt várið aftur er føtt
tá náttin aftur við smæruna nemur
Øll stunda og gleðast til tað
her lýsnar og lýsnar hvønn dag
Til heiðafuglarnir reiður byggja
teir draga sær saman gras og strá
ein frægd fyri eygað at hyggja
æturnar styttast her landi á
Til tjøldrini aftur láta
og sóljan og summardáin grógva
tá aftur lambi káta
á bønum spælir í lotinum flógva
Várið skapar vón og gleði
úr moldini aftur spírar og grør
tað nýggja lív gevur megi
og sól aftur hitar um fjøll og fjørð.
Janus Nolsø
5. Februar 2012
Janus Nolsø
25. Desember 2010 ·
Undir okkara sól
Undir okkara sól,
eru okkara jól,
hvítt er har úti,
ísblómur á rúti,
hugna tit inni,
í stovunum finnið,
matur til øll,
um dalar og fjøll,
klokkurnar ringja,
øll fólkini syngja,
øll glitra og glampa,
jólamenn trampa,
børn eru glað,
jól eru í dag,
gávurnar góðar,
tað teimum hóvar,
tað var har í fjósi,
at barnið sá ljósið,
øll gleðast um hann,
sum oss frelsuna vann,
hann læt upp ein veg,
fyri teg og meg.
Janus Nolsø
30. Januar 2010 ·
Vársól
Kom vársól hita tað stirdu jørð
vit leingjast øll eftir tær
nú stormar leika um sund og fjørð
og ýla um fjøll og garð
Kom vek alt tað lív sum í moldum býr
læt blómurnar spretta og hita hvønn spír
tú gleðir hvørt kykt her á foldum livir
tá tú aftur tekur yvir
Kom vársól inn í øll hjørtu
her tú gevur oss gleði og vón
við tínum fløvandi geislum
tú er okkara kærasta navn
Wawgreytur
Veðrið er ein wawgreytur
regnskjól her ger ongar skreytur
oljuklæðir og sydvest
tað man vera longst sum best
Dýnan er mín besti vinur
Tá eg eri ordiliga linur
Á sofuni eg havið eitt teppi
Tað er eisini sera heppið
So kann eg liggja og dasa her og har
Og hugsa um at gott at eingin sær
Tí tá eg eri dovin dámar mær best
At jolla mær eg eri sum manfólk flest
🤣🤣🤣🤣🤣🤣🤣🤣🤣🤣🤣🤣
Morgun stilla løta
roðar bygda gøta
sum eldur úr havið
kemur sólin úr kavið
túsund litir á hvolvið leggur
hanin gelur um tún og torg
hvør trúgva og hvør heggur
í sólarbrandi som glastriborg
alt vaknar og gleðist um skaparverk
lívsmegin so rein, nýggj og sterk.